Nýt livandi myndir í undirvísingini
Nám og Copydan AVU-medier hava tí gjørt avtalu sínamillum um, at skúlarnir í Føroyum kunnu stroyma sjónvarpssendingar og spælifilmar gjøgnum “mitCFU” til at nýta sum undirvísingartilfar.
Copydan AVU-medier er ein felagsskapur, sum umsitur rættindi av ljóð- og myndatilfari til undirvísing og samskifti. Vit tryggja, at sjónleikarar, dramatikarar, leikstjórar, tónleikarar og nógv onnur, sum arbeiða á kreativa økinum, fáa pengar, tá onnur nýta tað tilfar, tey hava verið við í.
Fyri at tryggja, at allir lærarar og undirvísarar eru so væl kunnaðir sum gjørligt um møguleikarnar í hesari avtalu, hava vit í samstarvi við Nám og CFU Danmark fyrireikað ein vælkomupakka við:
- Faldara til fólkaskúlar
- Faldara til miðnámsskúlar
- Fýra dømum um undirvísingargongdir
Í faldarunum eru uppskot til sjónvarpssendingar og filmar í mitCFU, sum kunnu nýtast í undirvísingargongdum í ymiskum lærugreinum og stigum. Í “mitCFU” eru ein rúgva av filmum og sjónvarpssendingum, har námsfrøðilig vegleiðing og kapitlamerkingar fylgja við. Hesar hevur lærugreinaráðgevin í viðkomandi lærugrein gjørt. Vegleiðingarnar geva ítøkilig hugskot til, hvussu sendingin ella filmurin kann nýtast í undirvísingini, og hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við tilfarinum.
Bæði faldarar og námsfrøðiligu vegleiðingarnar kunnu eins væl nýtast sum íblástur, tá undirvísing verður løgd til rættis fyri árið. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum.
Vónandi fáa bæði lærarar og næmingar nógva gleði av hesum gullnámi, sum vit halda, at tilfarið í “mitCFU” er.