Skip to main content

Søkt verður eftir framskygdum deildarleiðara til Nám

13.05.2026

Vit leita eftir einum leiðara, sum kann standa á odda fyri Menningardeildini í Námi frá 1. august 2026 ella skjótast gjørligt. Ert tú ein fakliga sterkur leiðari, ið leggur dent á strategi, menning og samskapan. So er hetta helst nakað fyri teg.

Menningardeildin hevur til endamáls at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning í skúlaverkinum. Uppgávurnar á deildini fevna m.a. um útgávur, bókasavn, skeið, ráðgeving og námsætlanir.

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum fevna m.a. um at:

  • hava dagligu leiðsluna av starvsfólkunum á deildini

  • virka fyri góðum samstarvi ímillum virkisøkini á deildini 

  • tryggja fakliga støðið í arbeiðinum á deildini 

  • menna og skipa góðar arbeiðsgongdir og samstørv 

  • seta greið og ítøkilig mál fyri virksemið í deildini

  • tryggja, at sett mál verða avgreidd eftir ætlan

  • tryggja fíggjarligt skynsemi í øllum verkætlanum

  • virka fyri, at virksemið á deildini er samsvarandi námsfrøðiligum rákum og gransking, bæði í Føroyum og í londunum kring okkum.

     

Førleikakrøv

Dentur verður lagdur á at finna ein kveikjandi og álitsvekjandi persón við góðum samstarvsevnum. 

Væntað verður, at deildarleiðarin hevur:

  • viðkomandi útbúgving og prógv frá hægri lærustovni 

  • kunnleika um viðkomandi regluverk og faklig krøv

  • hollan kunnleika um didaktikk í undirvísing, útgávum og ráðgeving

  • holla vitan um námsfrøðilig rák í grannalondunum og hegni at meta um, hvat gagnar føroyska skúlaverkinum 

  • kunnleika um skipanir, ið stuðla góðum fyristingar- og arbeiðsgongdum

  • góðar samskiftisførleikar

  • góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum.

 

Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi partar av útbúgving í leiðslu og/ella leiðsluroyndir.

Deildarleiðarin skal hava evni og áræði at ganga undan. Hann skal megna at fremja sjónliga leiðslu, og tryggja at arbeiðið á deildini verður skipað á dygdargóðan hátt. Harumframt skal deildarleiðarin virka fyri góðum samstarvi og vitanardeiling ímillum starvfelagar og aðrar starvsbólkar. 

Deildarleiðarin arbeiðir í tøttum samstarvi við stjóran og er partur av leiðslutoyminum. 

Setanarviðurskifti

Deildarleiðarin vísir til stjóran í Námi, og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Deildarleiðarin skal tola møguligar broytingar í bygnaði og innihaldi í starvinum.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 31. mai 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.


Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum. Í Námi eru 35 starvsfólk.