Skip to main content

Hundrað sangir á YouTube

22.03.2019

Føroyskir barnasangir vaksa í tali

Vælumtókti spælilistin hjá Námi á YouTube við

føroyskum barnasangum er nú farin um tey hundrað. Mest spældi sangurin er hann,

sum er fyrstur á listanum. Tað er sangurin ”Mæ, mæ, mæ”, sum Sigrid Holm og

Brynhild Poulsen syngja í Spælimaskinuni, sum Livandi Orð góvu út sum

kasettuband í 1985. Helgi Jacobsen týddi sangin eftir svensku Charlottu

Höglund. Kathrina Skarðsá er ein av teimum, ið hevur gjørt tekningar til

Barnasangbókina. Júst hesin sangur byggir á hennara tekningar.

 

Árni Øregaard, sum hevur savnað sangirnar, sigur,

at 280.000 vísingar hava verið á rásini, og at 365 haldarar eru. At verða haldari

merkir, at fáa dagføringar, hvørja ferð ein nýggjur sangur verður lagdur út á

rásina, uttan at tú noyðist at leita.

 

Tað var í sambandi við at Barnasangbók Føroya varð

løgd fram á Bókadøgunum 24. november í fjør, at Nám fór at leggja somu

barnasangir út á YouTube. Árni, sum er margmiðlasmiður, hevur savnað gamlar

upptøkur og gjørt nýggjar upptøkur av sangunum, sum eru í sangbókini. Undir

hvørjum sangi er tekstur, so til ber at syngja við og læra seg orðini. Tænastan

er opin og krevur ikki hald.

 

Her eru sangirnir