Skip to main content

8 venjingarhefti til Súluna

Author :

Gunvør Højgaard, Osvald Jacobsen,

Price :

198.00 kr.

Keyp útgávuna

Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal (læseegnethedstal).

Venjingarheftini til Súluna eru ætlað til at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, t.e. at orðini verða úttalað soleiðis, sum tey eru stavað. Teksturin er tilætlað skrivaður við nógvum endurtøkum. Heftini hava eitt lix-tal og eitt let-tal. Lix- og let-talið siga okkum nakað um, hvørjum torleikastigi teksturin er á, bæði viðvíkjandi longd av orðum og setningsbygnaði. Lægsta let-talið er 5 og hægsta er 20. Lix-talið í teksti til 1.-3. flokk er mett at skula vera millum 3 og 19. Lægri hesi tøl eru, lættari er teksturin at lesa. Tey smáu venjingarheftini til Súluna hava øll lág lix- og let-tøl, og hetta, saman við tí, at teksturin í mest møguligan mun er ljóðrættur, ger, at hesi hefti eru góð at veja avkotingina við. Venjingarheftini verða seld saman.

8 venjingarhefti til Súluna
8 venjingarhefti til Súluna