Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó!
Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga. Ongantíð.