Ævintýr eftir Heðin Brú
42 ævintýr, sum Heðin Brú týddi, vóru fyrst løgd út á Snar og nú á Fakportalin hjá Námi. Hesar søgur hava Elinborg Lützen gjørt myndir til, og tær komu út hjá Føroya Lærarafelag millum 1959 og 1974.
Ævintýrini hjá Jakob Jakobsen eru eisni tøk á bæði Snar og fakportalinum, og tey eru øll skrivað við Hammershaimbs stavseting. Tað ger, at tú kanst uppliva ævintýrini júst, sum tey vóru skrivað fyri meira enn hundrað árum síðani. Teksturin er broyttur eitt sindur, so hann er lættari at lesa á netinum, og tilvísingar til AT-nr. eru eisini við, eins og í útgávuni frá 2009.
Fakportalurin Føroyskt savnar fjølbroytt undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. Á portalinum eru evni og tilfar til bæði byrjanardeild, miðdeild og hádeild, umframt til vaksin. Tilfarið fevnir millum annað um ævintýr úr ymsum londum, ævintýr eftir H.C. Andersen, Jakob Jakobsen og Heðin Brú, skrivitilfar sum Kom og skriva 1, 2 og 3, og evni sum Norð, Føstulávint, Úr Søgunáminum og Seks spurningar um at vera menniskja. Portalurin gevur lærarum og næmingum góðar møguleikar at arbeiða við lesing, skriving, bókmentum, frásøgnum og føroyskum máli á ymiskum stigum.
