Akkuleyan
Skrivibók
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 7. flokki. Á bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni.
Ein nýggjur og áhugaverdur táttur í Akkuleyuni er venjingar at greina bæði søgubrot, yrkingar og teknirøðir. Á teksti, myndum og uppgávum mælir bókin til at arbeiða við evnum, eitt nú vinfólk, eitt húski fyrr og nú, ferðafólk, ein tónleikabólkur, árið og dansitíðin. Bókin er sostatt hugvekjandi at nýta eisini í øðrum sambandi enn í skrivligum føroyskum.