Skip to main content

Alfagurt ljóðar mín tunga

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi og mentan føroyinga. Á bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga greitt frá dansi, kvæðum, vísum, táttum, kingosálmum og skjaldrum. Greitt verður eisini frá teimum ymsu tónleikasløgunum. Bæði tekstur og nótar til kvæðið, vísuna, táttin, kingosálmarnar og skjaldrini, sum eru á fløguni og ljóðbandinum, eru við í bókini. Permumyndina hevur Tróndur Patursson gjørt, sama mynd er um fløguna og ljóðbandið, og myndin fæst eisini sum plakat. Undirvísingartilfarið kann eins væl nýtast í tónleikatímunum.

Alfagurt ljóðar mín tunga
Alfagurt ljóðar mín tunga