Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók
Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum Tippa 12 røtt smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita. Aftast í lærarabókini eru eisini nakrar støðuroyndir at fjølrita. Her er ætlanin at næmingarnir skulu vera virknari. Teir kunnu her velja ímillum uppgávusvør, ella teir skulu orða tey sjálvir. Her er høvi at eggja næmingunum til at grunda síni svør. Lærarin kann so rætta og meta um støðuna í flokkinum.
Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað bókarøðina til føroysk viðurskifti. Janus Dam Guttesen hevur teknað góðar og frágreiðandi tekningarnar til hvørja arbeiðsuppgávu. Tekningarnar gera tað munandi lættari at skilja royndirnar.