Alisfrøði og evnafrøði - c stig
til studentaskúla og hf-skeið
Hettar er nýggj lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísing á C-stigi, og kann eisini brúkast í teknisku skúlunum og í Fisivinnuskúlanum.
Lærubókin inniheldur 10 høvuðsevni, ið eru í tráð við kunngerðirnar til lærugreinirnar. Dømi úr føroyska gerandisdegnum eru við, har tey eru ein natúrligur partur av tekstinum. At tað ber til at lesa um føroysk viðurskifti í fakbókum ger, at vit fáa eitt livandi føroyskt fakmál, ið stuðlar okkara lesandi í menningini at skilja heimlig og alheimslig samfelagsviðurskifti.
Nógvu myndirnar og talvurnar í bókini lýsa evnini væl, og gera faktekstin lættari at lesa. Aftast í bókini eru uppgávur til øll høvuðsevnini.