At leita eftir morðslóðum
Ótrúlig gransking av brotsverkum - Hvussu krógvaðar slóðir avdúka sannleikan
Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein hamari, sum er nýttur at bróta ein rút.
Onnur eru næstan ósjónlig fyri mannaeygum.Morð er ein ræðulig brotsgerð, og rættarlæknar eru ein týdningarmikil partur í leitanini eftir sannleikanum um tað, sum hent er. Teir skulu finna út av, hvør deyði persónurin er, sjálvt um fleiri ár eru gingin. Teir skulu neyvt kunna siga, nær persónurin er deyður.