Blóðrensl og andadráttur
Brellbiti: Blóðrensl og andadráttur
37 milliónir litrar! So nógv blóð hevur hjartað pumpað runt í kroppinum, tá ið tú ert 13 ár. Og tú hevur drigið andan minst 60 milliónir ferðir.
Lunguni og hjartað eru týdningarmikil gøgn, og tey hava gott av at verða brúkt. Tað er eisini skilagott at ansa væl eftir teimum, tí tey hava týðandi uppgávur at røkja fyri teg.
Um Lívfrøðiportalin
Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:
- náttúran
- kroppurin
- kyknan
- ílegurnar
Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.
Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:
- Áin og lívið í ánni
- Fuglar og fuglafrøði
- Hagin – lív og vistskipanir
- Havið og læran um tað
Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.
