Bókin um mínar styrkir
Fakportalútgáva: íSkoyti 1.-10. flokkur
Undirvísingartilfar til næmingar í fólkaskúlanum og á miðnámi, sum fevnir um tríggjar einnýtisbøkur til næmingarnar, tvey styrkispøl og tríggjar læraravegleiðingar – ein til hvørja næmingabók. Endamálið er at hjálpa næmingunum at finna, skilja og menna sínar styrkir, og á hendan hátt leggja eitt dygt grundarlag fyri bæði persónligari menning og fakligum framburði.
Her á pallinum hava vit savnað heildina - og lagt ymiskt ískoytistilfar og kunning um tilfarið út.
Góðan arbeiðshug! 📖
