Dagsins eyga
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Løg og satsir eftir Knút Olsen.
Ímillum føroysk tónaskøld eigur Knút Olsen serstøðu.
Í heiminum í Sandavági ljómaðu norðurlendsk sangmentan og siðbundin sálmasangur. Faðirin spældi ljóðføri, mamman sang, og eisini systkini vóru tónleikaliga virkin. Knút hevur so statt frá barns-beini fingið tilelving bæði til tónlistarliga nýskapan og til støðufesti í tí siðbundna.
Lætt og leikandi streyma løgini frá hansara hond, og eins sjálvkomin festa tey seg við sínum dámi av tí kenda og tó við upprunaligum frískleika í sál og huga teirra syngjandi og lurtandi. Somuleiðis bera útsetingarnar boð um eitt íborið sinni fyri tí samljóðandi, sum mangan eisini hevur verið til gagns hjá øðrum lagaskrivarum.