Skip to main content

Dísa og huldufólkini

Høvundur :

Marianne Gade,

Dísa og norðlýsið, Dísa og huldufólkini og Dísa á vandaleið eita tær tríggjar bøkurnar til 5. torleikastig; bøkurnar eru framhald av hvør aðrari og kunnu tí ikki lesast sum sjálvstøðugar bøkur. Søgan er um Dísu, sum býr á barnaheimi. Ein dagin koma foreldrini eftir henni. Søgugongdin fer fram í Íslandi og lýsir stríðið millum ymisku heimarnar og ikki minst trupulleikan í at vita, hvørji eru tey góðu, og hvørji eru tey óndu. Marianne Gade hevur skrivað. Hon er fødd í 1945 í Danmark. Móðir hennara er úr Íslandi. Marianne Gade, sum er útbúgvin bókavørður, hevur skrivað í nógv ár, fyrstu árini til vaksin, seinastu árini serliga til børn. Hon hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri skriving sína. Í 2006 fekk hon barnabókavirðislønina hjá Aschehoug fyri røðina um Dísu.
Dísa og huldufólkini
Dísa og huldufólkini