Skip to main content

Djór í vanda

Høvundur :

Tommy Dybbro,

Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð aftur. Gjøgnum jarðarinnar longu menningarsøgu eru nógv djórasløg íkomin og horvin aftur. Teirra pláss í náttúruni eru yvirtikin av øðrum sløgum. Fyrr gingu nógv túsund ár, áðrenn eitt slag á náttúrligan hátt vann á øðrum slagi. Á okkara døgum koma eingi nýggj djórasløg eftir tey, ið menniskjan týnir. Oyðingin gongur alt ov skjótt. Náttúran verður við øðrum orðum fátækari.
Djór í vanda
Djór í vanda