Drekkivatnveiting til framtíðar ættarlið
Tvørfakligt evni
Reint drekkivatn er neyðugt fyri øll menniskju á jørðini. Tað er grundarlagið undir øllum lívi.
Á summum økjum er ovmikið av vatni, meðan á øðrum økjum mangla tey støðugt drekkivatn. Hetta skapar avbjóðingar, sum kunnu hava álvarsligar fylgjur fyri bæði heilsu og lívskor. Í fleiri londum er drekkivatnsveiting ein stórur trupulleiki, men hvat kunnu vit gera fyri at loysa hesa stóru avbjóðing?
Um Lívfrøðiportalin
Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:
- náttúran
- kroppurin
- kyknan
- ílegurnar
Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.
Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:
- Áin og lívið í ánni
- Fuglar og fuglafrøði
- Hagin – lív og vistskipanir
- Havið og læran um tað
Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.
