Dýr og dorg - Næmingabók
Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini eiga tey at sleppa at tekna tað, tey hava lisið. Nógv í bókini kann verða nýtt saman við evning, smíði, handarbeiði ella í køki. Fløga við øllum sangunum fylgir við, tá keypt verður flokssett av bókini. Fløgan er einans til undirvísing. Vit skriva er skrivibók til bókina. Svarlisti er eisini til útgávuheildina.
Vit lesa eru bøkur, sum eru ætlaðar børnum á 10 - 13 ára aldri. Børn á hesum aldri síggja nógv, hoyra nógv og hugsa nógv. Bøkurnar eru um ymiskt, sum børn á hesum aldri kenna væl, og fara tey tí at duga at tosa um tað, tey lesa. Tey fara eisini at duga at skriva um tað, tey hava lisið. Prikkut vár og Kom við eita útgávuheildirnar, sum eru framhald av Dýr og dorg.