Dýr og plantur í fjøruni
Hevur tú hug at fara oman í fjøruna at kanna, hvat ið er har? Henda undirvísingargongdin lýsir við myndum og teksti plantur og dýr í fjøruni.
Tað er spennandi at ganga í fjøruni.
Har eru nógvar vakrar skeljar og gággur at finna, sum tú kanst gera prýðislutir úr. Men har eru eisini dýr, sum tú kanst fanga, t.d. marflugur, krabbar og tarabrosmur.
Fyll sjógv í eina spann ella í eina plastkrukku og koyr dýrið í. Hygg eftir, hvussu dýrið sær út, og hvat tað ger.
Tari veksur í beltum. Teir, sum vaksa ovarlaga, skulu tola at vera turrir mesta partin av degnum. Teir, sum vaksa eitt sindur djúpari, eru ímillum flóð og fjøru, og tarar, sum vaksa djúpast, eru altíð undir.
Tari hevur ikki røtur sum plantur á landi, men stelk við rótfestu, sum er nógv greind. Smáir kræklingar og gággur liva undir festuni.
Tað er sum ein stórur barnagarður, tí undir og á taranum liva nógv smá dýr. Nøkur teirra eru bara har, til tey eru nóg stór at fara út á djúpan sjógv.
Dýrini eru føði hjá bæði fiski og fugli.
