Eg skrivi 4
Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.
Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymsar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni.
Vegleiðing er í hvørjari bókini sær. Í vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymsu síðunum. Endamálið við EG SKRIVI-heftunum er at stuðla og eggja næmingunum til at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, so tað fellur teimum lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum máli, bæði í talu og í skrift.