Skip to main content

Eg skrivi 9

Skrivligt føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild

Author :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>88.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6248/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í 8. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Eg skrivi 9 er hóskandi at brúka í seinnu helvt av 7. flokki ella í 8. flokki.

Tíverri er ein feilur funnin í Eg skrivi 9. Hesin feilur er á síðu 10 í posti 3. "Orðini" skulu vera: stroya / drotning / hampiligur / kippa / ráða / blóðga / garður.

vh Marjun Ziskason, ritstjóri

EG SKRIVI røðin umfatar 9 hefti. Fyri at koma ígjøgnum øll heftini mugu næmingarnir arbeiða við í minsta lagi tveimum heftum árliga. Í øllum mállæruheftunum verða mállæruuppgávur, fyrisøgn, uppgáva til fyrisøgn, aftursøgn og ymsar stuttligar uppgávur. EG SKRIVI umfatar ta mállæru og rættskriving, sum eftir leiðbeinandi lesiætlan krevst.

Eg skrivi 9
Eg skrivi 9