Eiturkoppur - Arbeiðsbók
3. flokkur
Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp til at arbeitt verður næmingalagað. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum, og hon leggur upp til, at arbeitt verður í henni aftan á, at flokkurin hevur prátað um evnið í næmingabókini. Heilt fitt av landafrøði uppgávum eru í arbeiðsbókini, og fyri at loysa tær uppgávurnar, mugu næmingarnir brúka Heimsatlasið. Teldan, internetið og snar.fo verða eisini tikin í brúk, fyri at loysa nakrar av uppgávunum. Arbeiðsbókin er í A4 stødd og í litum.