Skip to main content

Elektromagnetisk geisling

Alis- og evnafrøði - 8. flokkur

Author :

Pernille Rosenkvist,

Fakportalur :

Alis- og evnafrøði

Tá ið tú brúkar fartelefonina uttandura, fær hon sum oftast eitt signal frá einari antennu. 

Telefonin fangar signalið frá antennuni við radioaldum, sum eru eitt slag av elektromagnetiskari geisling. 

Nú fert tú at læra nógv meira um, hvat elektromagnetisk geisling er, og hvussu hon verður brúkt í nútíðarsamfelagnum.  

Um Lívfrøðiportalin

Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.

Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:

  • náttúran
  • kroppurin
  • kyknan
  • ílegurnar

Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.

Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:

  • Áin og lívið í ánni
  • Fuglar og fuglafrøði
  • Hagin – lív og vistskipanir
  • Havið og læran um tað

Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.

Les meira um portalin her

 

Elektromagnetisk geisling
  • Alis- og evnafrøði