Ensk mállæra - arbeiðsbók
Arbeiðsbók
Hetta er ein arbeiðsbók til bókina Ensk mállæra. Tað eru tær báðar Ása Hátún og Una Poulsen, lærarar, sum hava gjørt arbeiðsbókina. Bókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer ígjøgnum tær mállærureglur, sum fólkaskúlalógin krevur til víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í skrivligum enskum. Á arbeiðsbókini eru frágreiðingar, sum endurtaka ella byggja víðari á tað, ið er viðgjørt í mállærunum. Arbeiðsbókin er prýdd við umleið 60 myndum. Hetta eru tekningar av kendastu fuglum, fiskum, smákyktum og øðrum dýrum úr okkara nærumhvørvi. Osvald Jacobsen hevur teknað. Bókin kann eisini nýtast til sjálvlestur hjá teimum, sum fegin vilja gerast stinnari í enskari mállæru. Til arbeiðsbókina er gjørdur ein vegleiðandi svarlisti.