Enskt 4 - Lærarabók
Í Enskt 4 venja næmingarnir at samskifta á ymiskum pallum. Enska heildin tryggjar, at læringin hækkar í støði, er torleikabýtt og hevur evni, sum leggja lunnar undir góðari læring á enskum.
Í Enskt 4 Læraravegleiðingini er:
- ein stuttur, greiður innleiðandi partur til hvønn kapittul
- ein gjølla skipaður partur við ábendingum og hugskotum
- avrit av øllum síðunum í lesibókini, og hvussu tit kunnu arbeiða við ávísu síðunum
- avrit av øllum síðunum í arbeiðsbókini, og hvussu tit kunnu arbeiða við ávísu síðunum


