Eydnuknívurin
Ævintýr úr Burma
Bókin er løtt at lesa og long orð eru skild sundur. Hon er søgan aftan fyri orðatakið: Drongurin úr fjøllunum ger skoru í stokkin, sum fjallabúgvar í Burma nýta, tá ið teir ávara móti skálkum. Søgan er um Sjann, sum fer við skipinum hjá keypmanninum Ko-Tin, tí hann vil fegin vinna sær pening. Hóast Ko-Tin er kendur fyri at snýta menn sínar, eydnast tað Sjann at lumpa Ko-Tin. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.