Firvaldar
Í bókini, sum lýsir allar 155 firvaldar, sum eru sæddir í Føroyum, er ein inngangur, har greitt verður alment frá firvaldum. Firvaldar hava fullfíggjaða umskapan frá eggi til ormveru, frá ormveru til reivveru og frá reivveru aftur til fullbornan firvald. Í innganginum verður eisini greitt frá, hvussu firvaldar verða fangaðir, viðgjørdir og goymdir. Alt hetta verður í hesi vøkru handbókini, sum er 14 cm x 21 cm til støddar, lýst við orðum, myndum og strikutekningum. Síðan verða allir firvaldarnir lýstir. Í hesum partinum eru hundraðtals myndir av livandi og deyðum (uppspentum) firvaldum. Hetta tilfarið er soleiðis skipað, at ein síða er fyri hvørt dýrið. Við strikumyndum verður harumframt lýst, í hvørjum oyggjum, teir eru sæddir, og nær teir eru sæddir á flogi.
Aftast í bókini er fullfíggjað yvirlit yvir allar 155 firvaldar í rættari stødd, drúgvur leitorðalisti og myndayvirlit. Allir firvaldarnir hava føroyskt navn. Í formælinum siga høvundarnir, at ein bók um firvaldar í Føroyum fær ikki verið eitt endaligt verk, tí nýggj vitan alla tíðina legst afturat, og nýggj sløg verða funnin. Bókin eigur tí at verða mett sum eitt stig á leiðini at savna vitan um firvaldar í Føroyum. Høvundarnir vóna, at bókin fer at kveikja áhuga millum fólk í øllum landinum fyri hesum serliga skordýraslagnum. Í sambandi við at bókin kemur út, hevur Føroya Skúlabókagrunnur eisini latið prenta eina plakat við øllum firvaldunum í bókini í rættari stødd. Plakatin er 50 cm x 70 cm. Hon kostar 85 kr.