Skip to main content

Fiskar undir føroyum

Fakportalútgáva: Náttúra og tøkni

Talgild útgáva av bók um fiskasløg undir Føroyum

Henda bókin, sum upprunaliga kom út í 2007, hevur verið ein týðandi kelda til kunning um fiskasløg í føroyskum sjógvi – bæði fyri fakfólk, næmingar og onnur við áhuga fyri fiski. Hon er skrivað við tí endamáli at geva eina greiða og lætta frágreiðing um fiskasløgini, um útsjónd, liviumhvørvi, týdning og navnaskipan.

Nú er bókin løgd út sum talgild útgáva á her á pallinum, so fleiri kunnu fáa gagn av henni. Hon byggir á drúgvar royndir og fakliga vitan savnaða gjøgnum áratíggjur, og myndir og lýsingar gera tað møguligt at kenna aftur og greina fiskasløgini, sum hoyra heima undir Føroyum.

Vit vóna, at henda talgilda útgávan heldur fram at gagna komandi ættarliðum og styrkja kunnleikan um okkara hav og lívfrøðiliga margfeldi.

Fiskar undir føroyum