Skip to main content

Fiskimenn

Skaldsøga. Skúlaútgáva

Høvundur :

Martin Joensen,

Price :

<p>228.00 kr.&nbsp;</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4608/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna&nbsp;</a></p>

Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og sálarfrøðilig lýsing av føroyska fiskimanninum í sluppfiskitíðini, tá ið fiskað varð við snøri í sjálvdrátti við smáum seglskipum undir Íslandi, haðani fiskurin var fingin til Føroya sum saltfiskur og síðani turkaður av fiskagentum og øðrum fiskafólkum á fiskastykkjunum og útfluttur sum klippfiskur til Suðurevropa.

Martin Joensen lýsir á sannførandi hátt tað serstaka rúmið, sum tátíðar sluppfiskimaðurin í Føroyum er staddur í, bæði materielt og immaterielt, í orðum og atferð, hansara sjónarring, hansara trúgv og pátrúgv, hansara tráan og vón, hansara mangan dýrgoldnu royndir á sjógvi og landi, alt litað av umstøðunum og fortíðini hjá hvørjum einstøkum – og skrivað við slíkum sálarfrøðiligum innliti og kynstri, at persónarnir rísa upp av blaðsíðunum og standa livandi fyri lesarunum. Men tó at fiskimaðurin og hansara útvortis og innvortis heimur eru umsnúningsásurin í allari skaldsøguni, verður komið víða um í føroyska samfelagnum í sluppfiskitíðini, bæði á bygd og í keypstaði. Tað er ikki ov mikið sagt, at skaldsøgan á so mongum økjum er ein eftirfarandi tíðarmynd úr føroyska samfelagnum í síni heild í hesum tíðarskeiðinum, kanska onkustaðni í árunum 1925-35 ella har í námd. Hesa útgávuna av Fiskimonnum hava Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen ritstjórnað. Tær báðar hava skrivað drúgvan og fródligan bókmentaligan og søguligan inngang, í trimum pørtum: Martin Joensen og skaldskapur hansara, Fiskimenn í søguligum høpi og Fiskimenn í bókmentaligum høpi. Til tess at lætta um hjá skúlaungdómi og øllum teimum lesarunum, sum ikki kenna sluppfiskitíðina øðrvísi enn av umrøðu, standa einstakar orðafrágreiðingar ávegis úti á breddanum á blaðsíðunum. Við somu ætlan hevur Bárður Jákupsson gjørt nakrar frálíkar tekningar til hesa útgávuna. At gera skaldsøguna hentari, sum skúlaútgávu, hava Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen eisini gjørt bæði arbeiðsspurningar og fríar uppgávur til lærara og næmingar at nýta í undirvísingarligum samanhangi, eina helst í miðnámsskúlunum.

Fiskimenn
Fiskimenn