Føroya náttúra
Lívfrøðiligt margfeldi
Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Hon gevur eisini eitt yvirlit yvir, á hvønn hátt lívfrøðiliga margfeldið verður gagnnýtt og hvørjar hóttanir eru í hesum.
Verkætlanin, at lýsa føroysku náttúruna, varð sett í gongd eftir at Føroyar í 1992 skrivaðu undir
ST-samtyktina Agenda 21, um varðveitslu og skráseting av lívfrøðiligum margfeldi. Týðandi og bindandi sáttmálar, sum eru grundleggjandi fyri eina tjóð sum okkara, ið burturav livur av burðardyggari gagnnýtslu av náttúruni.
Bókin Føroya Náttúra er okkara íkast til hesa heimsumfatandi støðumynd.