Føroysk kórbók 1
Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu vitjanum sínum her á landi savnaði hann tilfar um gamlan andaligan sang, tók sálmar og sangir upp á band og festi løgini síðani á blað.
Nógv av hesum kórtilfari hevur í avritum verið tøkt hjá føroyskum kórum, er vorðið fólkaogn og hevur verið eitt álit við mong kórhøvi. Annað av tí kemur nústani fram í ljósið og man tí ikki hava minni áhuga. Vónin er, at hesin kórbóklingur við føroyskum sálmum og sangum í sínum frálíku kórbúnum kann gera sítt til at varðveita sambandið við okkara sangliga ættararv og enn í mong ár verður ein hornasteinur í kórsangi í Føroyum.