Frá hugskoti til list
Vit arbeiða við standmyndini "Karyatida" hjá Guðrið Poulsen.
Karyatida, ið er staðsett í Miðstaðarlundini í Fuglafirði, er eitt minnismerkið til heiðurs fyri kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Standmyndin er ein súla, sum symboliserar styrki og minnir okkum á kvinnurnar, sum lótu lív fyri at geva lív. Standmyndin er umleið 5 metrar høg og vigar umleið 1,5 tons. Hon er gjørd úr leiri og stendur á einum fundamenti av granitt.
Fakportalurin Føroyskt savnar fjølbroytt undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. Á portalinum eru evni og tilfar til bæði byrjanardeild, miðdeild og hádeild, umframt til vaksin. Tilfarið fevnir millum annað um ævintýr úr ymsum londum, ævintýr eftir H.C. Andersen, Jakob Jakobsen og Heðin Brú, skrivitilfar sum Kom og skriva 1, 2 og 3, og evni sum Norð, Føstulávint, Úr Søgunáminum og Seks spurningar um at vera menniskja. Portalurin gevur lærarum og næmingum góðar møguleikar at arbeiða við lesing, skriving, bókmentum, frásøgnum og føroyskum máli á ymiskum stigum.
