Frøkun Ignora og frøkun Greta
Frøkun Ignora í torninum 7
Frøkun Ignora og frøkun Greta Er frøkun Ignora lítið fegin um, at mamman er komin undan kavi aftur, verður hon ikki glaðari, tá ið systir hennara eisini kemur á gátt. Tí systirin krevur at fáa meiri upp á talerkin enn Ignora, og so tekur hon eisini so nógv pláss. Katrine Marie Guldager hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt til føroyskt. Bókin er væl egnað sum framíhjálesnaður í 2. og 3. flokki. Bókin er bólkað í 3. torleikastigi. Katrine Marie Guldager er fødd 1966. Fyrsta bók hennara kom út í 1994. Hon hevur eitt nú skrivað yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur fyri vaksin. Bøkurnar í røðini um frøkun Ignoru í torninum eru fyrstu barnabøkurnar, hon hevur skrivað.