Frøkun Ignora og Gunnar seta sín dám á heimin
Frøkun Ignora í tornunum 5
Frøkun Ignora og Gunnar seta sín dám á heimin
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, og Gunnar, besti vinmaður hennara, ætla at seta sín dám á heimin. Tí fara tey ein túr í Klandursvík at royna at seta sín dám á. Men tað gongur ikki sum Ignora ætlar.
Katrine Marie Guldager hevur skrivað og Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt til føroyskt. Bókin er væl egnað sum framíhjálesnaður í 2. og 3. flokki.
Katrine Marie Guldager er fødd 1966. Fyrsta bók hennara kom út í 1994. Hon hevur eitt nú skrivað yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur fyri vaksin. Bøkurnar í røðini um frøkun Ignoru í torninum eru fyrstu barnabøkurnar, hon hevur skrivað.