Skip to main content

Fuglabókin

Fakportalútgáva: Náttúra og tøkni

Til at fáa yvirlit yvir fuglasløgini býta lærdir menn tey sundur í deildir, sum hvør hevur síni kennimerkir ella eyðkennir. Eitt hitt fremsta kennimerki er fóturin. Hesir, vit fyrst lesa um, eru í tí deildini, sum nevnd kann verða smáfuglar, tí at allarflestu eru teir smáir. Allir hava teir langan fótlegg; tríggjar tær venda fram og ein aftureftir; hon, baktáin, er stór og liðulig, væl lagað til at sita í trøum og taka um greinarnar, Sovorðin fótur er kallaður setufótur. — Deildin er stundum nevnd sangfugladeildin, tó at tað eru ikki allir fuglar í henni, sum duga at syngja.

Fuglabókin