Fyriskipan
Virkisbúskapur
Fyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til lærugreinina virkisbúskapur í Hægri handilsútbúgving. Bókin er grundbók. Innihaldið er í høvuðsheitum: virkið sum heildarskipan, tilgongdir (prosessir), bygnaður, virkismentan og leiðsla. Umframt til undirvísingina í skúlunum er bókin eisini ætlað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri tí partinum av virkisbúkapi, sum snýr seg um fyriskipan. Hinar tríggjar bøkurnar í røðini eru Bókhald og ársroknskapur, Virkið og Kostnaðarlæra.