Gaia 4 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni
Náttúra og tøkni til miðdeild
Gaia 4, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.
Gaia 4-6 fevnir um:
- grundbók
- arbeiðsbók
- lærarabók
- snar.fo/gaia
Gaia arbeiðsbók
Arbeiðsbøkurnar innihalda fjølbroyttar uppgávur, sum eru gjørdar fyri at rótfesta og framhaldandi menna tann kunleika, næmingarnir hava ognað sær í arbeiðnum við næmingabókunum. Niðast á hvørjari síðu verður víst til ítøkiligu síðurnar í grundbókini. Meiningin er, at næmingarnir sjálvir skulu duga at arbeiða í arbeiðsbókini uttan ískoytisútgerð. Eisini er meiningin, at teir skulu kunna arbeiða einsamallir. Arbeiðsuppgávurnar, sum krevja samstarv og eyka útgerð, eru við sum uppgávur eftir hvørt kapittul í grundbókini og sum arbeiðsørk í vegleiðingini.