Gaia 6 - Grundbók
Náttúra og tøkni til miðdeild
Gaia 6, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.
Gaia 4-6 fevnir um:
- grundbók
- arbeiðsbók
- lærarabók
- snar.fo/gaia
Gaia grundbók
Hvørt floksstig hevur sína grundbók. Hvør yrkispartur fevnir um grundtekstir og ískoytistekstir á ymsum torleikastigi, ið eru merktir við litkodu. Grundtekstirnir eru merktir við bláum. Tankin er, at allir næmingar skulu arbeiða við hesum tekstunum. Ískoytistekstirnir eru grønir (lættir) og reyðir (eitt sindur truplari). Haraftrat eru bøkurnar grundaðar á uppsløg. Tað merkir, at hvør tekstblokkur byrjar ovast í vinstru síðu og endar niðast í høgru. Hvørt uppslag er ein evniseind. Tað ber til at “leypa ískoytistekstirnar um”, tí uppsløgini eru leys av hvørjum øðrum. Hetta ger tilfarið lesivinaligari fyri næmingarnar. Bygnaðurin ger við hesum eisini, at tað ber til at hava eina smidliga differentieringsskipan.
Aftast í hvørjum kapitli eru eitt ella tvey uppsløg við samandrátti, faktaspurningum og uppgávum. Faktaspurningarnir eru settir soleiðis, at teir hava stutt og eintýðugt svar. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, nógvar teirra hava fleiri enn eina loysn.
Grundbókin hevur:
- Greiðan stigvøkstur
- Vakrar fotomyndir og tekningar sum ríka um útsjónd og lætta um innlæring
- Nógv ítøkilig uppskot til undirvísingargongdir
- Einfaldar og ítøkiligar uppgávur til virksemi í flokkinum
- Faktaspurningar til allar kapitlar, sum væl kunnu brúkast til spøl og spurnakapping