Gev mær posan, Rói
Krabbabók
Gev mær posan, Rói.
Rói er bangin fyri Bessa. Tí Bessi er altíð eftir honum. Og tí hevur hann Leiku við sær. So verður Bessi kanska bangin. Tað vónar hann. Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin gullsmiður og lærari. Hann hevur skrivað hópin av bókum, serliga lættlesiligar bøkur og hevur fingið fleiri bókmentavirðislønir. Hildigunn Niclasen hevur týtt til føroyskt. Bókin er vælegnað sum framíhjálesnaður í 2. flokki.