Gevist so við hasum
Krabbabók
Tríggjar stórar gentur taka telefonina frá einum lítlum drongi.
Mia sær alt, men hon torir einki at siga. Hon er ikki líka djørv sum stóribeiggin, Anton, men kortini vil hon hjálpa dronginum. Og hon heldur ikki, at genturnar bara skulu sleppa at stjala og happa onnur. Men hvat skal Mia gera? Siga læraranum alt? Ella er tað býtt at slatra? Fara genturnar at hevna seg? Og hvussu við dronginum? Fjórða torleikastig - violettur krabbi