Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Næmingabókin Gott er góðum at tæna 2, er ætlað kristniundirvísing í miðdeild og framhaldsdeild fólkaskúlans. Læraraheftið er eisini til bókina. Eitt høvuðsgrundarlag undir næmingabókini er Bíblian í orðum og myndum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út fyri nøkrum árum síðan. Fyrru næmingabókina, saman við lærarahefti, gav Føroya Skúlabókagrunnur út í 2000. Ætlanin við næmingabókunum er millum annað at læra næmingarnar betur at skilja bíbilsku tilburðirnar, at viðgera siðalagsligar spurningar í bíbilskum ljósi, at styrkja fatan næminga av egnum sjálvsvirði og av sjálvsvirðinum hjá øðrum.
Harumframt er fjølbroytt tilfar til tekstir úr øðrum bókmentum, ið lýsa siðalagsligar spurningar. Gott er góðum at tæna 2 umrøðir evni so sum lygn, samvitsku, lýdni, øvund, happing, dálking og kærleika.