Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Tekstasavn
Lesið og lærið 1
Í bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum. Heitið á hvørjum tekstasavni er eisini evnið. Um evnið er í fyrsta lagi nærri frágreitt á kolofonsíðuni í tekstasavninum, í øðrum lagi er drúgvari frágreiðing um evnið og arbeiðshættir í lærarabókini. Tekstasavn 1, 2 og 3 eru ætlað 6.-7. flokki. Men øll kunnu eisini verða nýtt í framhaldsdeildini.