Grindalokkur - Lærarabók
Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í lærarabókini, t.d. nær fuglur fer, og nær hann kemur, nær vit flyta klokkuna frá summartíð til vetrartíð og øvugt, og nær mannarættindardagurin hjá ST er.
Uppskot er um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat ber til at práta um bæði í bólki og flokkinum.
Í lærarabókini stendur eisini, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða í arbeiðsbókini, og víst verður eisini til aðrar aktivitetir í flokkinum. Møguleikar eru at arbeiða við evnisarbeiðum og verkætlanum. Rithøvundurin vísir til søgur, sum eru hóskandi at lesa til tey ymisku evnini, og fakta um evnini , sum arbeitt verður við, er eisini at finna í lærarabókini.
Fløga við sangum, fuglaljóði og uppgávum til arbeiðsbókina hoyrir til lærarabókina. Grindalokkur, 1. flokkur er nýtt tilfar eftir Gunnvá Dam, lærara. Bókaheildin umfatar næmingabók, arbeiðsbók og lærarabók.
Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í evnum. Hon hevur 30 opnur, sum viðgera umleið 30 ymisk evni. Hvør opna hevur ein borda niður eftir vinstru síðu, sum sigur nakað um júst ta ávísu tíðina, tá ið næmingarnir arbeiða við evninum. Ole Wich hevur teknað næmingabókina, sum eisini hevur nógvar fotomyndir.
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn o.s.fr.)
Arbeiðsbókin leggur upp til, at næmingarnir arbeiða í arbeiðsbókini aftaná, at flokkurin hevur prátað um evnið í næmingabókini. Uppgávurnar eru ymiskar, men dentur er lagdur á, at tær eru so mikið lættar, at flestu næmingarnir megna at loysa tær. Jóannes Lamhauge hevur myndprýtt arbeiðsbókina.