Grundevni og evnasambond
Alt í kroppinum, t.d. beinagrind, vøddar og blóð eru sett saman av mýlum við hvør sínari funktión, skapi og stødd.
Mýlini kunnu býtast sundur í smærri partar, eitt slag av byggikubbum, sum eita atom. Mýlini í kroppinum eru sett saman av umleið 20 sløgum av atomum. Hetta eru somu atom, sum eru í øllum øðrum livandi á jørð.
Ljóðar tað svakt? Tað er tað eisini, og nú skalt tú læra nógv meiri um lívsins byggikubbar.
Um Alis- og evnafrøðiportalin
Í Alis- og evnafrøði 7–8 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um undirvísingargongdir, sum kunnu býtast í fleiri faklig øki, til dømis:
Evni, vatn og kemiskar tilgongdir
Vatn – týdningarmesta evni á Jørðini
Ísur, vatn og vatndampur
Grundevni og evnasambond
Sýrur og basur í gerandisdegnum
Orka, ravmagn og magnetisma
Orka allastaðni
Ellæra
Magnetisma
Elektromagnetisk geisling
Sansir, ljóð og ljós
Oyra, ljóð og tónar
Eyga, ljós og litir
Luktur og smakkur
Náttúra, tøkni og gerandisdagur
Drekkivatnveiting til framtíðar ættarlið
Lufthavið yvir okkum
Kemikaliu heima
Samskifti
Í undirvísingargongdunum verður dentur lagdur á, at næmingarnir kanna, eygleiða, gera royndir og arbeiða við at skilja samanhangir í náttúru, tøkni og gerandisdegi. Tilfarið knýtir fakliga vitan at ítøkiligum dømum, so næmingarnir síggja, hvussu alisfrøði og evnafrøði eru partur av heiminum rundan um okkum.
