Hagin – lív og vistskipanir
Næstan alt land okkara er hagi. Og hagin er náttúra við serstakum plantu- og djóralívi.
Fyri okkum sær hagin kanska út sum ein friðsælur heimur, sum altíð er hin sami, púra óbroytiligur, og har onki serligt hendir.
Men, tá ið vit læra um hagan, og tá ið vit eru har og hyggja nærri, síggja vit, at lívið har er ikki bara friðsælt. Í haganum eru sanniliga bardagar um pláss, føðslu og maka.
Eitt annað við haganum er, at hann er ikki bara hin sami altíð. Hagin broytist.
Tað er ymiskt, sum ávirkar og broytir hagan og lívið har – millum annað árstíðirnar, veðrið og ikki minst vit menniskju.
Um Lívfrøðiportalin
Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:
- náttúran
- kroppurin
- kyknan
- ílegurnar
Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.
Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:
- Áin og lívið í ánni
- Fuglar og fuglafrøði
- Hagin – lív og vistskipanir
- Havið og læran um tað
Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.
