Handskrift - hvussu og hví?
Handskrift – hvussu og hví? er framhald av røðini Betri handskrift. Heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er eisini ætlað øllum teimum, sum vilja bøta um sína handskrift ella venja og mýkja hana. Á eini tíð, har teldan gerst tað vanliga skriviamboðið, er vandin fyri at missa handskriftina stórur. Hesum kann Handskrift – hvussu og hví? hjálpa hvørjum einstøkum okkara við.
Heftið er skrivað av Christiani Clemens, sum er viðurkendasti og royndasti einstaklingur í skrivihandverkinum í Norðurlondum. Christian Clemens hevur greitt úr hondum eina skriviskipan, sum bæði í ástøði og í royndum er eindømi. Allar tekstirnar í bókini hevur hann skrivað í hond. Kalligrafiina hevur Else Marie Frandsen skrivað. Soffía Jacobsen, Hervør Jákupsson, Ólavur Sjúrðarberg og Ingrið Sondum hava týtt og lagað heftið til føroyskt.