Skip to main content

Hannibal og horvni hundurin

Høvundur :

Kim Fupz Aakesen,

Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað ? og stuttligt.

Hannibal og horvni hundurin

Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað ? og stuttligt. Hetta er ein herlig søga, sum bæði vandir og óvandir lesarar kunnu lesa. Nógv ferð er á søguni og ein herligur, skeivur humor, sum fær bæði børn og vaksin at smírast. Søgan er eisini væl egnað at verða lisin upp. Hannibal og horvni hundurin er bólkað til 5. torleikastig í krabbabókarøðini. Høvundurin hevur teknað allar myndirnar, og tær skapa eina góða heild millum tekst og myndir. Nógvu myndirnar í svørtum, hvítum og reyðum gera bókina lesiligari fyri eisini yngru lesarar. Kim Fupz Aakeson hevur skrivað. Hann er føddur í Hvidovre í 1958, har hann eisini er vaksin upp. Síðan áttatiárini hevur hann arbeitt sum myndprýðari fyri bløð og tíðarrit. Fyrsta bókin, hann myndprýddi, kom út í 1982, og fyrsta bókin, hann skrivaði, í 1984. Borghild Sjúrðarberg hevur týtt Hannibal og horvni hundurin.

Hannibal og horvni hundurin
Hannibal og horvni hundurin