Skip to main content

Happy

Høvundur :

Linn T. Sunne T. Sunne,

Ein hjartanemandi søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur ...

Happy er ein væl skrivað bók á einføldum og løttum máli. Høvundurin megnar sera væl at lýsa innara uppreisturin í høvuðspersóninum eins og ytra ruðuleikan, hon kemur sær í, tí í staðin fyri at síggja í eyguni, tað, sum er farið fram, finnur hon uppá søgur. Tí handan alt fjalir seg ein syrgilig søga. Søgan er nútíðarlig og fangandi. Bókin fekk í 2007 Brageprisen, sum er ein stór viðurkenning í Noregi.  Bókin eru bólkað í sjeynda torleikastigi.

Happy
Happy