Heilt til grannabygdina
Heilt til grannabygdina er um Tóka, sum hevur fingið nýggja súkklu. Hann vil so fegin sleppa at súkkla heilt til grannabygdina, men tað vilja mamma og pápi hansara ikki.
Sjey nýggjar lættlisnar bøkur komnar
Í krabbarøðini, sum eru lættlisnar bøkur, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í felag, eru sjey nýggjar bøkur komnar. Tvær eru til annað torleikastig, So býttur eri eg ikki og Heilt til grannabygdina, báðar eftir Knud Hermansen; Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Og fimm til fjórða torleikastig; tær eru Húsini í súreplagarðinum eftir Line Baugstø, Hildigunn Niclasen hevur týtt; Leið meg, Samira eftir Morten Dürr, Poulina Slættanes hevur týtt; Turbo og spøkilsishúsið eftir Ulf Sindt, Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt; Snýs, njós, histi og hosti e ftir Penny Durant, Pauli Hansen hevur týtt, og Blinkstra, blunka, venda og snara eftir Brian Moses, Pauli Hansen hevur týtt. Hesar báðar seinastu eru fyrstu fakbøkurnar í røðini.