Heimsins lond
Landaalfrøði
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum parti er eitt kort, ið vísir allan heimspartin og eisini síður, ið lýsa fólkini, har búgva. Hvørt landið ella landabólkur hevur so serstakt kort, sum vísir býir, áir, fjøll o.a. týdningarmikið.
Eisini eru upplýsingar um fólk, siðir, politikk og búskap. Fyri hvørt landið er kassi við hagtølum, t.d. vídd, fólkatali, høvuðsstaði, átrúnaði, stýrislagi og gjaldoyra. Aftast í bókini er ískoyti við upplýsingum um: Stýrisskipanir, Altjóða felagsskapir, Átrúnað í heiminum, Heilsu og útbúgving, Rík og fátæk og Heimshandilin. Eisini eru orðalýsingar, navnaskrá og leitorðalisti. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.